Endaligt: Føroyar frammanfyri Wales

Føroyar eru frammanfyri Wales á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA, sum varð kunngjørdur í morgun. Føroyar eru nummar 112 á listanum fyri FIFA-limalondini, tað vil siga tvey pláss betri enn á seinasta lista.

Hetta plássið býta vit við Wales, men Føroyar eru settar omanfyri og tað er ógvuliga avgerandi. Á listanum fyri UEFA-limalondini eru vit framvegis numamr 45, men eisini her hevur FIFA sett Føroyar frammanfyri Wales.

 

Orsøkin til, at tað er so umráðandi, at føroyska fótbóltslandsliðið er frammanfyri Wales, er, at styrkislistin, sum varð kunngjørdur í morgun, verður brúktur sum útgangsstøði fyri, hvussu liðini skulu bólkast til komandi HM-undankapping.

 

Átta tey lægstu liðini í UEFA verða koyrd í veikasta styrkisbólkin. Av tí, at Føroyar eru frammanfyri Wales, eru Føroyar eisini frammanfyri átta tey niðast UEFA-limalondini. Tað merkir, at Føroyar ikki enda í veikasta styrkisbólkinum, men í næstveikasta Tað hevur so aftur við sær, at vit koma at møta annaðhvørt San Marino, Andorra, Malta, Luksemburg, Kasakstan, Liktinstein, Íslandi ella Wales. Ein annar møguleiki er, at Føroyar enda í bólki uttan eitt lið úr veikasta styrkisbólkinum.

Men undir øllum umstøðum er møguleikin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum at vinna sær stig í eini komandi undankapping øktur munandi.

Føroyska landsliðið hevur nevniliga áður fingið sera góð úrslit í móti bæði Malta, San Marino, Luksemburg og Liktinstein.

 

Tað hevur verið gjørt nógv burtur úr FIFA-styrkislistanum, tí í listanum fyri junimánað lógu Føroyar upprunaliga aftanfyri Wales, hóast ájøvn í stigum. Men útrokningar frá Jákup Emil Hansen, Fótbóltssambandi Føroya og heimasíðuni football-rankings.info, vístu, at Føroyar høvdu 0,07 stig fleiri enn Wales og sostatt áttu at vera frammanfyri.

Hetta gjørdi FSF FIFA varugan við og altjóða fótbóltssambandið rættaði síðani listan fyri juni, soleiðis at Føroyar vórðu fluttar fram um Wales.

 

Og í listanum, sum er kunngjørdur í morgun, verður hetta staðfest. Føroyar eru frammanfyri Wales og eru sostatt í næstlægsta styrkisbólkinum, tá bólkarnir til komandi HM-undankapping skulu skipast.