Sáttálatræta
Tað er nú endaliga greitt, at semingsmaður kemur ikki upp í samráðingarnr um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við nýggja vaktar- og bjargingarskipinum, Brimli.
Skipara- og navigatørfelagið hevur nevniliga nú givið Fíggjarmálastýrinum endaligt svar um tann spurningin.
Og svarið var nei.
Í farnu viku ásannaði Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at við samráðingum ber tað ikki til at koma longri í ósemjuni um lønina hjá yvirmonnunum, sum skulu sigla við Brimli. Eitt nú vildi yvirmannafeløgini ikki góðtaka, at semingsmaður kom upp í málið.
Tí gjørdi fíggjarmálaráðharrin av, at hann kallar ikki yvirmannafeløgini til fleiri samráðingarfundir.
Ístaðin er ætlanin at leggja málið fyri Løgtingið at taka støðu til.
Men áðrenn hann gjørdi tað, spurdi hann manningarfeløgini einaferð enn, um tey kundu góðtaka, at semingsmaður kom uppí samráðingarnar og royndi at finna eina loysn.
Samstundis gjørdi hann greitt, at vildu tey ikki tað, verður málið lagt fyri løgtingið.
Og tað er nú greitt, at semingsmaður kemur ikki uppí samráðingarnar. Skipara-og Navigatørfelagið hevur nevniliga beinanvegin svarað aftur, at tað vil ikki góðtkaka, at semingsmaður kemur upp í samráðingarnar
Felagið sigur, at málið snýr seg um, er ikki at bólka nýggja vaktar- og bjargingarskipið Brimil. Tað snýr seg um at gera ein nýggjan sáttmála fyri nýggja vaktar- og bjargingarskipið Brimil.
? Tann spurningurin varð væl og virðiliga viðgjørdur fyrst í samráðingunum. Tá varð eisini fingið til vega eitt løgfrøðislig meting av tí, sigur Skipara- og Navigatørfelagið.
Áður hevur formaður felagsins, Ellintur Abrahamsen, sagt fyri Sosialinum, at løgfrøðingurin gevur felagnum rætt í tí sjónarmiðnum.
Skipara- og Navigatørfelagið heldur eisini, at samráðingarnar eru á einum sovornum støði, at málið er als ikki búgvið til at fáa semingsmann upp í.
Eitt nú er tað ikki greitt, um skiparar og stýrimenn í framtíðini skulu vera tænastumenn, ella vera starvssettir eftir sjómanslógini. Felagið sigur, at báðir hesir møguleikarnir standa opnir - undir ávísum treytum.
Felagið hevur áður boðað Fíggjarmálastýrinum frá, hvørjar hesar treytir eru, men stýrið hevur ikki svarað.
At enda sigur Skipara- og Navigatørfelagið, at tað vil heldur ikki góðtaka, at semingsmaður kemur upp í samráðingarnar so leingi samráðingarnar við hini feløgini, heldur ikki eru komnar á eitt støði, har tær eru búnar til at fáa semingsmann upp í.
Annars sigur felagið, at tekniskt er málið so einfalt, at eingin orsøk er at fáa semingsmann uppí samráðingarnar.










