Tað er nú greitt, at vegasambandið til og úr Eysturoyartunlinum, skal leggjast í ein tunnil undir ovara part í Havnini. Tunnilin skal vera úr Villingardalsvegnum, ovast upp, tvørtur undir Krákugjógv, yvir í Hotel Føroyar, har hann kemur upp aftur.
Annars hevur Landsverk mælt til at gera veg undir Krákugjógv. Landsverk hevur eisini roknað seg fram til, at tað er væl dýrari at gera tunnilin enn at gera vegin.
Landsverk væntar, at ferðslan fer at verða so nógv í framtíðini, at tað helst verður neyðugt at gera fýra breytir at koyra eftir, og tá fer vegurin at kosta 100 milliónir, og tunnilin fer at kosta tvær ferðir so nógv, eisini tí at tað verður neyðugt at gera rýmingartunnil undir liðini á høvuðstunlinum.
Lagt verður kortini afturat, at kostnaðarmetingarnar eru rættiliga óvissar, tí avgerð er ikki tikin um, hvat tunnilsmunnarnir skulu vera.
Hinvegin sigur Landsverk eisini, at verður tunnil gjørdur ovast av Villingardalsvegnum, yvir á Hotel Føroyar, soleiðis at bilar ikki sleppa eftir Villingardalsvegnum, ella sleppa til Krákugjógv, fer hetta darva Sundsvegin og Hvítanesvegin, og nyttan av vegnum verður ikki so stór, sum hon kundi verið.
Men Heðin Mortensen leggur dent á, at talan verður ikki um at gera veg undir Krákugjógv, soleiðis sum Landsverk mælir til.
– Tí er tað meiningsleyst at Landsverk brúkar tíð upp á hetta málið, sum ikki hevur nakran møguleika fyri at verða framt í verki, sigur hann í eini fráboðan til Landsverk.
Tískil hevur hann nú givið Landsverki boð um ikki at brúka meiri tíð, orku og pengar upp á málið um at gera veg undir Krákugjógv, tí tað er eingin politisk undirtøka fyri tí.
– Hann sigur, at skal vegur gerast, verða nakrar avleiddar útreiðslur av tí. Eitt nú skal vegurin bindast í kommunalar vegir, jørð skal ognartakast, og annað, og tær útreiðslurnar eru ikki við, so samanumtikið verður prísmunurin ikki so stórur.
Hann sigur eisini, at nú hava vit bíðað í 20 ár eftir eini loysn, men einki hendur. Hinvegin eru tey farin undir útstykkingar við Krákugjógv og verður vegur gjørdur, fer hann at liggja ein metur frá einum grundstykki, har hann er nærmast.
Og tað kunnu vit ikki loyva okkum - og nú er neyðugt, at ein avgerð verður tikin, sigur hann.
Heðin Mortensen hevur eisini havt fund við borgarstjóran í Havn, og tekniska stjóran hjá kommununi, og har hevur hann fingið váttan fyri, at eingin undirtøka er í býráðnum fyri at gera ein veg undir Krákugjógv sum Landsverk mælir til.
Tað er eisini eitt treytaleyst krav frá Tórshavnar Býráð, at vegasambandið verður lagt í ein tunnil, og at allar traðirnar har um vegir, fáa frið.
Tað kanst tú lesa meiri um við at trýsta her: Krevja at fáa tunnil oman fyri Havnina











