Løgtingið hevur akkurát nú endaliga samtykt, at náttarvaktin hjá Nærverkinum til sjúk og óhjálpin, verður ikki spard burtur kortini. Sostatt er greitt, at ætlaðu sparingarnar í Nærverkinum verða afturtiknar alt fyri eitt og at stígur sostatt heldur ikki kemur í arbeiðið hjá náttarvaktunum Ætlanin var annars at spara 1,3 milliónir og tað hevði ført við sær, at náttarvaktin varð spard burtur og tað kom sera illa við hjá illa sjúkum og ússaligum fólkum, ið lógu heima og sum plagdu at fáa vitjan av náttarvaktini.
Men nú um dagarnar kom fram á Rás2, at tað hevði fingið sera óhepnar avleiðingar og síðani hava atfinningarnar ímóti hesum bara hopað seg upp.
Og nú er tað eyðnast landsstýrinum at finna sparingar á øðrum játtanum fyrihesa upphædd so at náttarvaktin ikki dettur burtur.
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna segði, at hon hevði ikki verið greið yvir avleiðingarnar, tá ið hon gav samtykki til, at sparingin varð sett í verk, men nú bað hon so samgonguna um at útvega neyðuga peningin aftur, so at náttarvaktin ikki dettur burtur.
Har, sum spart er, er á játtanini til stuðul til uppihaldspening, játtanin Læraraeftirlønir og játtanin játtanin til TAKS.
Løgtingið skal viðgera málið einaferð afturat um eina løtu, men ongin ivi er um, at tað verður endaliga samtykt