Endalig viðmerking til Randi

   

Tað er altíð ein fyrimunur at seta seg inn í viðurskifti, ein úttalar seg um. Tað hevur Randi í Jógvanstovu ikki gjørt. Hon hevur heldur ikki spurt.
Í hennara fyrra "glepsi" leggur hon meg undir at vera fíggindaligan móti útlendskari arbeiðsmegi. Verunleikin er tann, at eg havi "bert" arbeitt fyri, at fólk, sum hava verið í starvi á sama arbeiðsplássi í upp til 15 ár, ikki skulu troðkast burtur av útlendingum, sum annars bert eru sett tíðaravmarkað. Hetta er, sum eg skilji tað, fult í samsvar við støðuna hjá FA, sum eg annars í dag einki útistandandi havi við, sum tað verður róð uppundir av Randi.
Tá Randi hevur rent seg fasta her, nýtir hon gomul "tricks", nevniliga at tosa um nakað annað, sum hon heldur ikki hevur sett seg inn í, og enn minni spurt um. Hetta er nevniliga sáttmálan fyri polakkar.
Her skal stutt sigast, at hesin sáttmáli er samráddur av ITF, altjóða fakfelagið fyri m.o. sjófólk. Hetta er helst besti sáttmáli, sum er gjørdur í heiminum fyri polakkar, og hann gevur um eitt ár somu løn og frítíð sum til føroyingar.
Tann sum vil vita meira um hetta kann fara inn á heimasíðuna:
www.fiskimannafelag.fo
Her ber til at leita seg fram til útkomin FF-bløð. Í blað nr. 296 er ein frágreiðing um júst hetta mál.