Klaksvík: Hóast tað var flaggdagur og og annars serligur dagur fyri mentanarhúsið Atlantis í gjár, var einki flagg at hóma uttan fyri húsið.
Týskvøldið gjørdi Klaksvíkar býráð fyribils enda á eini langari og óhugaligari søgu um mentanarhúsið Atlantis. Húsið skuldi virkað sum mentanarhús, men hevur ikki hýst stórt øðrum enn sjónleiki seinastu tvey árini.
Atlantis verður nú sjálvsognarstovnur, sum skal stýrast av einum serligum stýrið. Hetta stýrið er ikki endaligt enn, men Klaksvíkar kommuna og Klaksvíkar Sjónleikarfelag hava valt síni umboð.
Tvey umboð vald
Klaksvíkar kommuna eigur formannin í stýrinum, og á býráðsformaðurin hevur valt Nikolinu Olsen í nevndina. Hon verður samstundis formaður í nevndini.
Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur valt Jógvan Ravsfjall, savnsvørð at umboða felagið í stýrið, meðan Norðoya Sparikassi, sum eigur triðja limin ikki hevur sett navn á hendan persónin enn.
Trímannastýrið skal standa fyri rakstrinum av Atlantis, og tað er lagt í hendurnar á stýrinum at avgera, um leiðari skal setast í húsinum.
Ætlanin hevur ikki verið, at stýrið skal standa fyri dagliga rakstrinum, og tí er sannlíkt, at ein leiðari verður settur fyri Atlantis.
Fegin formaður
Formaðurin í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð er fegin um, at málið nú er avgreitt.
? Tað hevur tikið drúgva tíð, men nú eru vit komin á mál. Eg eri fegin um, at eg nú kann lata málið frá mær, og at eitt stýrið kann fáa virksemi í húsið aftur, sigur Jórun Høgnesen.
Mentanarnevndin, sum sat í áðrenn valið, kom væl áleiðis við eini loysn á Atlantis, og nýggja mentanarnevndin hevur so fullført hetta arbeiði.
? Nú verður tað upp til stýrið fyri Atlantis at gera av, hvussu húsið skal rekast, og hvat virksemið tað skal hýsa. Eisini kann stýrið gera av, um leiðari skal setast fyri húsið, sigur Jórun Høgnesen.
Pengar fylgja við
Hóast Klaksvíkar kommuna nú er leys av beinleiðis rakstrinum av Atlantis, og stýrið eisini hevur yvirtikið skuldina í húsinum, ásanna kommunalu myndugleikarnir, at pengar mugu latast til raksturin.
Í ár eru 190.000 krónur tøkar til Atlantis, og tað verður mett, at hetta er nóg mikið av pengum til restina av árinum. Húsið skal eisini skaffa sær inntøkur, men roknað verður við, at mentanartiltøkini neyvan koma at bera seg.
? Vit rokna eisini við, at vit framyvir skulu lata pengar til Atlantis. Hetta er eitt mentanarligt tilboð í býnum, sum vit skulu stuðla. Best hevði sjálvandi verið, um raksturin av Atlantis bar seg, men tað kann ikki roknast við tí, sigur Jórun Høgnesen, formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði.
Tungur rakstur
Atlantis varð umbygt í 1997. Upprunaliga ætlanin var, at umbyggingin skuldi kosta 1,4 milliónir, men endaligi prísurin á stóru umbyggingunum gjørdist tvífalt so stórur.
Húsið er nú í góðum standi, tað er snøgt og innbjóðandi, men skuldin hevur tyngt raksturin av húsinum. Norðoya Sparikassi hevur fíggjað umbyggingarnar, og nú hava partarnir í málinum funnið eina loysn, sum tey halda verður varðandi.
? Ætlanin er nú at fáa støðugt mentanarligt virksemi í húsinum, sigur Jórun Høgnesen.
Í løtuni sýnir Klaksvíkar Sjónleikarfelag leikin Afturgongur í Atlantis, men ætlanin er, at onnur mentanarlig tiltøk, sum verða í Atlantis komandi tíðina.