Endakonsert í Norðurlandahúsinum

Klokkan 5 seinnapartin endar kórstevnan við stórari konsert í Norðurlandahúsinum, har bæði felagskór og verkstovukórini fara at taka lut Árliga kórstevnan hevur síðani Kristi himmalferðardag verið í Norðurlandahúsinum. Konsertir hava verið bæði i gjár og í fyrradagin.

Luttakararnir hava verið Ljómur, Kristiliga Sangkórið, Havnarkórið, Tórshavnar Kamarkór og Dreingjakórið Undir Brúnni. Harafturat eru fleiri útlendsk kór á stevnuni, og hesi hava eisini luttikið á konsertunum. Tey eru Svanholm singers úr Svøríki, Tritonus úr Danmark, Koncertforeningens Kor úr Danmark og Kammerkorter Aalborg Universitet.

Fimm útlendskir kórleiðarar eru eisini við á kórstevnuni. Teir eru John Højby, Steen Lindholm, Mogens Dahl, Robert Sund og Berharður Wilkinson.

Útlendsku kórleiðararnir hava hesar seinastu dagarnar staðið fyri hvør sínari verkstovu.

Klokkan 5 seinnapartin í dag verður síðsta konsertin. Tá fer felagskór at syngja, og tá verður eisini høvi at hoyra, hvat er komið burturúr í teimum fimm verkstovunum.

Umframt føroysku kórini og sangararnar eru umleið hundrað norðurlendskir sangarar við á kórstevnuni, sum í ár hevur 40 ár á baki. Útlendsku gestirnir eru úr Svøríki, Danmark og Íslandi.