Endaligu úrslitini fyri dagin í dag í HM kappingini í estetiskum fimleiki eru nú greið.
Bæði tey føroysku liðini úr Havnar Fimleikafelag kláraðu seg væl til stóru kappingina í Moskva.
Unglingaliðið bleiv samanlagt nummar 20 av 24 liðum.
- Framførslan gekk nøkunlunda, men har vóru nógv smá kiks. Tær endaðu sum nummar 20 av 24, beint eftir besta liðið hjá Danmark. Hóast tær vunnu greitt í Føroyum, so skal meira arbeiði til yngru liðini, siga teir føroysku dómararnir um vit skulu gera okkum vónir um at koma við har sum tað er stuttligt at vera, sigur Eyð Strøm, venjari.
Kvinnuliðið bleiv nummar 21 av 29 liðum, og tað úrslitið er høvuðsvenjarin stak nøgd við.
- Framførslan gekk ordiliga væl. Tær hava ongantíð framført so væl fyrr, so vit, eg og Jóna, sum er hjálparvenjari, eru sera væl nøgdar. Og somuleiðis er hetta besta úrslit nakrantíð til HM. Vit eru sera stutt frá miðbólkinum, sum eisini var okkara mál. So jú, vit eru sera væl nøgdar í dag, sigur Eyð Strøm.
Føroysku liðini fingu ávikavist 12,850 stig og 12,950 stig.
Í morgin eru finalurnar á skránni.