Fyri lítlari løtu síðani endaðu oyggjaleikirnir á Jersey í 2015. Føroyar høvdu fleiri luttakarar á seinasta finaludegnum, sum var í dag, men tað eydnaðist bert Rannvu Djurhuus Carlsson at vinna gull heiðursmerki í dag. Hon vann kappingina í einmansleiki hjá kvinnum í badminton.
Føroyar endaðu samanlagt á fjórða plássi, tá øll heiðursmerki vera tald saman. Føroyar lógu annars nummar trý undan degnum í dag, men á seinasta degnum blivu vit yvirhálaði av Guernsey.
Føroysku ítróttarfólkini vunnu samanlagt 18 gull heiðursmerki, 18 silvur heiðursmerki og 24 bronsu heiðursmerki á oyggjaleikunum í 2015.
Tey trý londini, ið endaðu omanfyri Føroyar, vóru tær tríggjar oyggjarnar, Jersey, Isle of Man og Guernsey. Jersey sum nummar eitt, Isle of Man sum nummar tvey og Guernsey sum nummar trý.