Ein hondbóltsdystur var á skránni í bestu kvinnudeildini í hondbólti – Hvonn deildini - í gjárkvøldið.
Dysturin var vesturi á Eiðinum í Vági, har VB tók ímóti Stíf.
Sjálvur dysturin var mestsum týdningarleysur, tí hvørgan av liðunum hava tað stóra at spæla fyri restina av kappingarárinum. VB liggur niðast, meðan Stíf liggur næstniðast.
Tó so, var dysturin spennandi allan vegin ígjøgnum, og endaði hann við 20-20 javnleiki, eftir at hálvleiksstøðan var 10-10.
Á stigatalvuni broytir úrslitið tó einki. VB er framvegis niðast, nú við 4 stigum, meðan Stíf liggur næstniðast við 8 stigum.
Stigatalvan í Hvonndeildini sær soleiðis út:
1. Neistin 24 stig
2. Kyndil 20 stig
3. VÍF 17 stig
4. Stjørnan 9 stig
5. Stíf 8 stig
6. VB 4 stig