Endaði í eini veit

Eitt lítið ferðluóhapp var í nátt við brúnna um Streymin

Eitt lítið ferðsluóhapp var í nátt við brúnna um Streymin.

 

Ein maður í bili sínum koyrdi av vegnum og endaði í eini veit.

 

Maðurin gramdi seg um høvuðpínu og bleiv tí sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

- Bilurin fekk ikki stórvegis skaða, og av tí at bilurin lá í eini veit og ikki forðaði ferðsluni, skuldi eigarin sjálvur syrgja fyri at fáa bilin úr veituni.

 

Tað er ógreitt, hví maðurin koyrdi út av vegnum.