27. og síðsta umfar í fótbóltslandskappingini er á skránni seinnapartin í dag. Fyrsta bríksl í øllum fimm dystunum verður klokkan 14, og tá ið klokkan verður nakrar minuttir í fýra verður punktum sett fyri fótbóltsárið heima á landi.
Tá verður greitt, um tað verður B36 ella NSÍ, sum hevur vunnið síðsta atgongumerki til europeisku kappingarnar næsta summar. Tað er longu greitt, at HB er føroyameistari, at ÍF hevur vunnið silvurkrónurnar, og at Víkingur, sum fyrr í summar vann steypafinaluna, skal spæla altjóða fótbólt næsta summar. 07Vestur og TB flyta niður, og B68 og Skála flyta upp í bestu deildina.
Tað verður eitt sindur kølið, men annars verður veðrið sambært yr.no av tí fagrasta, tá ið HB og havnarmenn í stórum tali fara til Runavíkar eftir FM steypinum og gullkrónunum. Tíðliga í morgun vóru høgu fjøllini norðanfyri grá í vangunum, men nú sær heystarsólin, og veðurforsøgnin sigur, at hitin í Runavík hækkar úr 1,5 stigi, sum hann var klokkan átta í morgun og upp millum seks og sjey stig tíðliga seinnapartin.
Á Skálafjørðinum er tað mest sum stilli. Hann bara andar lágt, og soleiðis verður tað eisini seinnapartin. Sólin sær fyrrapartin. Kanska verður tað meiri skýggjað loft seinnapartin, men veður menninirnir siga, at tað fer ikki at koma ein dropi niður fyrrenn einar tveir tímar eftir, at fótbólturin verður liðugur. Tá fer tað at sirma.
27. umfar klokkan 14 í dag
KÍ-07Vestur: Dagfinn Forná
ÍF-B36: Alex Troleis
NSÍ-HB: Eiler Rasmussen
AB-EB/Streymur: Ransin N. Djurhuus
TB-Víkingur: Rúni Gaardbo
Støðan undan síðsta umfarinum:
HB 54
ÍF 49
B36 43
NSÍ 42
Víkingur 40
EB/Streymur 38
AB 31
KÍ 25
TB 22
07Vestur 14