Endabresturin í Vágspop

Í dag kl. 15.00 ? 17.00 verður sendingin Vágspop fyri seinastu ferð at hoyra á Rás2, og bjóðar sendingin í dag til eitt brak í Vágsbotni. Frá morgunstundini hevur ein kokkur grillað eitt heilt krov, ið verður bjóðað øllum áhugaðum frá kl. 15.00 ? 17.00. Umframt ókeypis mat, verður eisini eitt skótalið í Vágsbotni, ið fer at skipa fyri ymiskum aktivitetum fyri ung og eldri.

 

Bjargingarbáturin Lív fer at sigla runt við áhugaðum, og Føroya Bjór lovar eitt sokallað ?surprise? meðan sendingin koyrir.

 

Alt tiltakið er ókeypis, og verður hetta seinasta høvið í ár, at verða partur av Vágspop á Rás2.