Í dag, leygardagin, verður árliga heystkappríðingin á skránni uppi í Markagili í Havn. 36 ross verða við í kappingini, og kappast verður í trav, tvíspor ung, tvíspor 2. flokkur og tvíspor 1. flokkur.
Hetta er samstundis síðsta kapping í árinum, og føroyameistararnir verða tískil kosnir eftir kappingina.










