Endabresturin nærkast

Magnus Carlsen og Sergey Karjakin sessast í kvøld til seinasta vanliga talvið í HM-dystinum. Vinnarin gerst heimsmeistari. Endar talvið remis, verður farið undir snartalv mikudagin.

Hvørja løtu sessast norski heimsmeistarin í talvi, Magnus Carlsen, og russiski avbjóðarin Sergey Karjakin við talvborðið til 12. og møguliga seinasta talvið í HM dystinum. Av teimum 11 talvunum ið higartil eru telvað, hava telvararnir vunnið hvør sítt og níggju eru endað við remis.

 

Tað stóð nógv á Magnus Carlsen, eftir at hann hevði tapt 8. talvið og Karjakin hevði tikið leiðsluna. Bert fýra talv vóru eftir at leika. At tapa HM heitið uttan at vinna nakað talv er óvanligt í HM søguni. Hetta er hent tríggjar ferðir áður. í 1921 misti heimsmeistarin Emanuel Lasker HM heitið til cubanska avbjóðaran Jose Capablanca. Lasker tapti 4 talv og vann einki. Í 2000 misti russarin Garry Kasparov HM heitið til landsmannin Vlademir Kramnik. Kasparov vann einki talv. Hann tapti tvey og 13 endaðu við remis. Í 2013 misti indarin Vishy Anand HM heitið til Magnus Carlsen. Anand vann einki talv. Hann tapti trý og sjey endaðu remis.

 

Í HM dystinum, sum nú verður leiktur í New York, eydnaðist tað Carlsen at bíta frá sær í 10. talvinum og fáa sín fyrsta sigur. Karjakin kundi fingið javnleik eftir 21 leikir, men yvirsá ein riddaraleik. Carlsen fekk lítlan fyrimun og telvaði trygt og væl. Fyrimunurin bleiv størri og størri og í endatalvinum varð meirfinnan avgerandi. Heimsmeistarin vann í besta Carlsen stíli.

 

Í kvøld kann avgerðin falla

11. talvið endaði javnt og nú stendur á jøvnum, 5,5 stig í part. Í kvøld hevur Carlsen hvíta fólkið. Men hvat hendir um talvið endar javnt í kvøld? Reglurnar hjá altjóða talvsambandinum FIDE eru greiðar. Í morgin verur frídagur og mikudagin skal HM heitið avgerast við kviktelving. Mikudagin fyllir Magnus Carlsen annars 26 ár. Mikudagin skulu telvararnir fyrst leika fýra skundtalv (rapid chess). Teir fáa 25 minuttir + 10 sekund pr leik at avgera talvið í. Stendur framvegis á jøvnum eftir fýra skundtalv verður farið yvir til snartelving (blitz chess). Tá hava telvararnir 5 minuttir + 3 sekund pr leik til alt talvið. Telvast skulu fyrst tvey snartalv. Er framvegis javnt telva teir aftur tvey snartalv osfr. Tað kann tykjast óvirðiligt at avgera HM heitið við kviktalvi, tá havt verður í huga, at teir hesar seinastu dagarnar hava brúkt 8-9 tímar til okkurt talv. Men hetta kann kanska samanberast við brotssparkskapping í fótbólti.

 

Í 2012 varð HM heitið avgjørt við rapid chess, av tí at støðan var 6-6 eftir 12. umfar. Tá vardi Anand HM heitið móti ísraelska avbjóðaranum Boris Gelfand. Tá var ikki neyðugt at fara yvir til blitz chess.

 

Kring allan heim fylgja talvfjepparar við dystinum í New York og stríð hevur eisini verið um rættindi at senda frá dystinum. Myndirnar frá dystinum, sum t.d. síggjast beinleiðis á NRK2 er sjálvandi vardar av upphavsrættinum. Men hvussu við talvleikunum? Kendu heimasíðurnar www.chessgames.com og www.chess24.com senda leikirnar beinleiðis. Hetta hava fyrireikararnir mótmælt. Og løgfrøðingar og rættarskipanin hava eisini telvast um, hvørt hetta er brot á upphavsrættin.

 

Báðir hava skrivað talvsøgu

Karjakin og Carlsen eru báðir føddir í 1990 og báðir hava skrivað talvsøgu. Carlsen er yngsti heimsmeistarin í søguni. Hann vann heitið 22 ára gamal. Karjakin er yngsti telvarin sum hevur vunnið stórmeistaraheitið GM (Grand master).

 

 

Sambært hagtølini hava 20 telvarar fingið GM heitið 14 ára gamlir. 6 hava vunnið GM heitið 13 ára gamlir, harímillum Magnus Carlsen. Men bert ein hevur megnað at vunnið GM heitið áðrenn hann fylti 13 ár – tað er russarin Sergey Karjakin.

 

Skrivað hevur Símun Absalonsen