Endabresturin á Giljanesi

Seinnapartin í morgin fellur avgerðin í kappingini um føroyameistaraheitið í mansflogbólti, tá SÍ og Mjølnir spæla triðju og avgerandi finaluna á Giljanesi

Flogbóltur: Nú er bara ein kjansur eftir, og seinnapartin í morgin stendur vinnarin eftir við øllum. So einfalt er tað, tá SÍ og Mjølnir í morgin klokkan 15.30 fara á vøllin í ítróttarhøllini í Giljanesi at spæla triðju og altavgerandi finaluna um føroyameistaraheitið í Eik-liguni hjá monnum.
Fyrru finalurnar vóru á Eiði fyri viku síðani, og tá vann SÍ leygardagin og Mjølnir sunnudagin. Í báðum førum var talan um fimmsettarar, so alt bendir á ein javnan og spennandi dyst, nú avgerðin skal falla.

Væl fyrireikaðir
– Vit hava vant á Giljanesi alla vikuna, so vit eru væl fyrireikaðir. Nú tað gjørdust tríggir dystir, eru vit sjálvandi sera fegnir um, at vit vunnu síðsta dystin í landskappingini, so vit ikki skuldu til Klaksvíkar at spæla henda dystin. Gamaní, plaga vit at spæla í Sørvági, men vit trívast eisini á Giljanesi, sum verður okkara heimavøllur í morgin, sigur spælandi venjarin hjá sørvingum, Ragnar í Haraldsstovu.
– Eg haldi, at vit síggja ljóst upp á tað, og menn tykjast sera uppsettir. Vit ætlaðu at avgera tað við tveimum dystum, men nú skulu vit so vísa, at vit í øllum førum eru førir fyri at gera tað í triðja dystinum í staðin. Helst fara vit at spæla nøkulunda upp á sama máta, sum vit gjørdu á Eiði, men sjálvandi verða onkrar justeringar.

Avgerandi formur
Ein av spælarunum hjá Mjølnir er Eyðstein Elttør, sum spælir libero, og hann væntar, at avgerandi fyri úrslitið í dystinum í morgin verður, hvat av liðunum megnar at vísa besta dagsformin.
– Liðini kennast so væl og hava spælt so nógvar dystir ímóti hvørjumøðrum, at tað snøgt sagt snýr seg um, hvør er betur fyri júst nú. Hjá okkum hava venjingar verið trý kvøld í hesi vikuni, og í kvøld verður tað meira tað taktiska, sum skal fínpussast, og kanska verður hugt at onkrum upptøkum, sigur Eyðstein Elttør.
– Men eru øgiliga spentir, tí hetta er ein hin størsti dysturin, sum kann spælast. Vinnarin verður føroyameistari og størri fær tað ikki verið. Og so vóna vit sjálvandi, at nógv fólk kemur vestur við okkum, tí tá vit spældu á Eiði, valdu mong heldur at lurta eftir tykkum, ið varpaðu út. Men nú vóna vit, at tey koma við í staðin, so vit kunnu fáa allan tann stuðul, vit hava brúk fyri.