Endabrestur í Leikalund

Árið syngur sítt síðsta vers og í kvøld verður nærumhvør krókur í gamla handils- og mentanarhúsinum úti í Klaksvík fyltur við gaman, sangi og livandi tónleiki.

Á skránni verður skemtandi og argandi vísumaðurin, Hans Hjalta Skaale, ein dynamiskur røðandi og undirhaldandi, Niclas Hera Jàkupsson og einum sera fólksligur og frændursligum tónleikabólkur, mannaður av Steintór Rasmussen, Pætur við Keldu og Heiðrun Petersen.

 

Harafturat fer stjørnuskotið Alvi Joensen úr Gøtu at skapa hugna í miðstovuni við einum sonnum fingrafýraverkaríi á sínum gittara.

 

Hugskotið við nýggjárskaféini er, at norðoyingar, útisetar og gestir á ein hugnaligan og veitslukátan hátt kunnu siga árinum eitt mentað farvæl og í kveikjandi umstøðum skoða framtíðina saman.

 

Hurðarnar lata upp ein tíma undan fyrstu framførsluni, sum verður klokkan 21.00 í Spaniustovu.