Í kvøld var síðsta punktið á skránni fyri væl eydnaða titakinum, Klaksvík í Fokus, sum hevur verið alla hesa vikuna.
Endað varð við einum áhugaverdum gongutúri - niðan í bátahylin á Borðoyarvík, har tað verður arbeitt við nýggja ídnaðarøkinum, sum í fyrstu atløgu fevnir um áleið 15.000 fermetrar til vinnuligt virksemi. Óla Jákup Bech, tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu greiddi frá verkætlanini har úti.
Síðani varð spákað heim í Spinnaríið, sum eftir umfatandi umvælingararbeiði á øðrum sinni hevur verið karmur um kongaliga vitjan í Klaksvík fyri stuttum. Fyrra ferðin var, tá Fríðrikur 9. Kongur vitjaði Klaksvík í 1949.
Tí vóru tað ikki so fá, sum í kvøld fingu høvið at spáka inn eftir reyða løbaranum, sum Krúnprinsurin, Fríðrikur og konan, Mary hava spákað á fyri ikki so langari tíð síðan. Í kvøld varð boðið til suppu, kaffi og køkur afturvið tónleiki og eini framløgu um tilgongdina at umvæla Spinnaríið. Hesi framløgu stóð Eyðbjørn Poulsen, stýrisformaður í Grunninum fyri Spinnaríið, fyri.
Tó skal beinan vegin verða lagt aftur at, at Eyðbjørn hevur verið við til byggingina, og nú hon er komin upp á pláss, hevur Heri Ellingsgard tikið við sum formaður fyri tað stýrið, sum skal reka Spinnaríið fram eftir.
Søgan um Spinnaríið er drúgv og kann verða tikin upp á øðrum sinni. Men nú eru góðir karmar skaptir til í framtíðini at kunna skapa nógv ymisk mentanarlig átøk og tiltøk av fjølbroyttum slag í hesum snotisliga og søguliga bygningi.










