Í annaðkvøld, hóskvøldið 26.apríl, verður triðja og seinasta umfar av spurnarkappingini »Av Skipanesi til Æðuvíkar« í Løkshøll í Runavík. Talan er um sjálva finaluna, um endabrestin.
Hóskvøldið 19. apríl var annað umfar av trimum í festligu spurnarkappingini »Av Skipanesi til Æðuvíkar«. Fyrsta umfar var hósdagin frammanundan, og var tað sera væleydnað. Úrslitið var, at Æðuvík og Saltangará svaraðu seg víðari til hálvfinaluna, sum verður nú hóskvøldið 26. apríl Løkshøll í Runavík. Annað umfar endaði við sigri til Glyvrar og Lamba. Tað hava verið tvey fantastiska undirhaldandi kvøld, har samspælið millum luttakarar, vertir, dómarar og áhoyrarar hevur verið í serflokki. Alternativa uppgávan hevur verið loyst á sera skapandi hátt, og tað hevur givið undirhald fyri allar pengarnar.
Í annðakvøld klokkan 20 verður aftur møguleiki at uppliva »Av Skipanesi til Æðuvíkar« í Løkshøll. Tey fýra liðini úr Saltangará, úr Æðuvík, av Glyvrum og úr Lamba fara at kappast um at vinna bygdunum heiðurin av at vera klókast í økinum. Hóast spurnarkappingin ikki byrjar fyrr enn klokkan 20, so kunnu fólk møta í góðari tíð, siga fyrireikararnir. Á gongini er listaframsýning, og so hava fyrireikararnir fingið Albin Rasmussen at syngja í Løkshøll frá kl. 19:30. Hann syngur hugnalig løg, sum geva hugnaligt huglag.
Í hálvleikunum fer ársins songrødd, Kirsten Hansen at syngja. Kirsten hevur eina sera góða rødd, og kann syngja nógv ymiskt. Eisini koma gestir á gátt í Vespureiðrinum. Vertirnir eru teir somu, Jonhard Hansen og John Andersen.
Sjálv spurnarkappingin byrjar stundisliga klokkan 20. Dyrnar lata upp kl. 19, og fyriskipararnir vænta góða undirtøku.
Skráin fyri spurnarkappingina verður hendan:
Fyrra hálvfinala: Æðuvík, Andrass Hansen og Jóna Kristiansen móti Glyrum, Torbjørn Jacobsen og Bill Justinussen
Seinna hálvfinala: Saltangará ,Jónsvein Knudsen og Eli Lasseni móti Lamba, Magnus Rasmussen og Hans Jacob Lamhauge










