Endabrak í Miðlahúsinum

-við Kierkegaard og Eivør Pállsdóttir

Hóskvøldið 29. desember kl. 19.30 verður rættiligt endabrak í Miðlahúsinum. Hetta kvøldið er endabresturin á tí røð av tiltøkum, sum hevur verið í húsinum hetta fyrsta árið. Tá eru sangur, bókmentir og sjómatur á fjølbroyttu skránni. Ólavur Rasmussen fer at tosa um nýggju bók sína "Søren Kierkegaard ANTIN ELLA", og Eivør Pállsdóttir fer at syngja og spæla. Birgir Enni eigur sjálvan endabrestin og borðreiðir við kræklingi og fiskasuppu. Kostnaður 100 kr.

Við hesum tiltakinum endar Miðlahúsið eina røð av tiltøkum, sum hava verið í húsunum síðani apríl 2005.

Alt hetta byrjaði, tá Sosialurin flutti av Argjum oman í Vágsbotn 15. apríl. Umframt at húsa blað- og øðrum miðlaframleiðslum varð eisini sett út í kortið, at húsini skuldu hýsa upplýsandi og mentanarligum tiltøkum. Og longu dagin eftir innflytanina varð fyrsta stóra almenna tiltakið á skránni, Trapputing við donsku viðmerkjarunum Georg Metz og Hans Engell. Onnur tiltøk av líknandi slag hava verið so sum tvey Trapputing um fíggjarlógaruppskotið, upplýsandi fundir um útbúgvingarmøguleikar í útlandinum, fyrilestrar og orðaskifti um happing osfr.

Síðani hevur eisini gingið slag í slag við tiltøkum av ymsum slag. Umframt fyrilestrar, kjakfundir og Trapputing hava hølini hetta góða hálva árið hýst alskyns konsertum og tónleikatiltøkum við eitt nú Sigrid Rasmussen, Fólkayvirlitinum, Paradox, The Dreams, Ad Libidum, Heina Lützen, Jens Lisberg, Stanley Samuelsen, Brekkubrothers, Krisjan Blak, Spælimonnunum, Showmonnum, Kingomonnum, Filadelfiakórinum og Ungdómsbrassband hjá Tórshavnar Musikskúla og øðrum ungdómum frá Musikskúlanum.

Komandi ár verða dyrnar aftur latnar upp í Miðlahúsinum fyri tiløkum av ymsum slag. Hesi fara m.a. at fevna um upplýsing og kjak og mentanarligt virksemi so sum bókmentakvøld og konsertir.

Í hesum sambandi bjóðar Miðlahúsið fólki inn á gólvið at tosa við okkum um møgulig tiltøk tit kunnu hugsa tykkum kunnu fáa innivist í húsunum.

Endamálið var og er framhaldandi at gera Miðlahúsið til mentanar- og upplýsingar/kjakdepilin í miðbýnum í Havn.