U19 landsliðið í fótbólti kemur til hús í morgin eftir í hesi vikuni at hava tikið lut í GF-Cup í Lyngby.
Síðsti dysturin, sum í dag var ímóti danska B93, varð vunnin sannførandi 5-2 eftir 4-0 í 1. hálvleiki. Stóri málskjúttin hjá føroyska liðnum var Jóan Símun Edmundsson úr B68, sum skoraði trý mál. Hini skoraðu Páll Klettskarð úr FC Amager og Karl Løkin úr Randers FC.
Í gjárkvøldið vunnu Føroyar 2-1 á svenska Trelleborg. Tá vóru tað Jóan Símun Edmundsson og Klæmint A. Olsen úr NSÍ, sum vóru føroyskir málskjúttar.
Føroyar hava spælt fýra dystir. Eftir 4-0 tap ímóti FCK var úrslitið 2-2 ímóti Hvidovre. Hesir báðir dystirnir vóru í bólkaspælinum. Bara vinnarin kvalifiseraði seg til hálvfinalurnar. Tað gjørdi FCK, sum í dag spælir finalu ímóti Lyngby.