Endaðu við stórsigri

Gøtukvinnurnar gjørdu bart, tá tær í seinastu umfarinum hølvaðu niðurflytararnar av Skála ígjøgnum

Fótbóltur

Undan seinasta umfarinum í bestu kvinnudeildini hevði GÍ bert skotið sjey mál í endaspælinum, men hetta talið varð meira enn tvífaldað á Skála.
Heili 9-2 gjørdist úrslitið, og longu eftir fyrsta fjórðingin av dystinum, var mest sum alt avgjørt. Tá hevði GÍ longu havt bóltin í Skála málinum fýra ferðirnar, og eftir hetta tóktist tað bara vera ein spurningur um, hvussu stórur sigurin hjá GÍ skuldi vera.
Í seinna hálvleiki helt Skála tó leingi fast um dystin, soleiðis at talan ikki skuldi gerast um rættiligt sorl, men seinastu tíggju minuttirnar av dystinum skoraði GÍ fýra ferðir afturat. Eftir øllum at døma hevur hetta gingið skjótt fyri seg, tí sjálvt dómarin megnaði hesa løtuna ikki at fylgja við í málskjótingini, og fekk hann ikki stundir at skriva málskjúttarnir hjá GÍ niður.
Við trivaliga sigrinum vann GÍ seg upp á fjórða plássið í kappingini, soleiðis at tað ístaðin verður HB, sum nú skal dystast um at sleppa at halda fram í deildini.

Dysturin í tølum
(tíverri hevur ikki eydnast at fáa nøvnini á øllum málskjúttunum)
Skála-GÍ 2-9 (1-4)
0-1: Anja Klæmintsdóttir
0-2: Barbara Knudsen
0-3: Heidi Heinesen
0-4: Heidi Heinesen
1-4: Anna B. Danielsen
1-5: ???
2-5: Ninna Johansen
2-6: ???
2-7: ???
2-8: ???
2-9: ???