KAPPRÒÐUR
Eysturoyingur hevur verið eitt av fremstu 10-mannaførunum nógvu tey síðstu árini, og aftur í ár høvdu teir vunnið sannførandi á hvørjari stevnu undan ólavsøkuni.
Og ólavsøkuróðurin bleiv einki undantak í so máta, tí Eysturoyingur vann enn einaferð rættiliga trygt, sjálvt um Vestmenningur gjørdi alt fyri at royna at trýsta teir umborð á Eysturoyingi.
Fleiri av monnunum umborð á Eysturoyingi høvdu undan ólavsøkuni boðað frá, at hetta gjørdist teirra síðsti róður – í øllum førum á hesum sinni – og tí var spennandi at fylgja við, um teir fóru at fáa væntaða sigurin. Teir, sum ætla sær at gevast, fingu sigurin, sum teir sjálvandi høvdu ynskt sær, og hetta gjørdist sostatt endin hjá hesari manningini á Eysturoyingi.
Fólk, sum fylgja væl við Eysturoyingi, nýtast tó ikki at vera bangin fyri framtíðini hjá flaggskipinum inni í Runavík, tí manningin umborð á Heiðabátinum hevur bæði væl og virðiliga víst, at nógvir góðir mans standa klárir at taka við umborð á Eysturoyingi.
Eftir síðsta róðurin á árinum fingu vit orðið á Livar Nysted, sum rør við Eysturoyingi, og hann var sera glaður um árið.
- Hetta er veldugt. Eg haldi, at hetta man vera fyrsta ferðin leingi, at nakað 10-mannafar hevur vunnið allar róðrarnar í einum ári.
- Vestmenningurin hevur tikið seg øgiliga nógv fram síðstu róðrarnar, og róðurin í dag var eisini rættiliga spennandi og harður. Tað er tó sera týdningarmikið at vinna ólavsøkuróðurin, og eg haldi, at vit róðu ein sera góðan róður í dag, og við hesum eydnaðist okkum eisini at vinna ólavsøkuróðurin, segði Livar Nysted at enda.










