Endaðu á triðja plássinum

Føroysku U-19 kvinnurnar vunnu ein og taptu tveir dystir í EM-undankappingini í Slovenia

Fótbóltur

Tað var ein sterkur bólkur, sum føroysku kvinnurnar endaðu í, tá lutakastið til hesa EM-undankappingina var. Bosnia, Spania og Belgia vóru mótstøðuliðini, og serliga hesi bæði seinastu vórðu undan fráferðini roknað sum sera stórir gloypibitar. Bosnia hevur føroyska liðið áður leikt ímóti, og tó at talan tá var um tap, so var hetta av tí heilt tepra slagnum, og tí vóru vónirnar ikki heilt ongar undan hesm.

Mál í føðingardagsgávu
Fyrsti dysturin á ferðini varð leiktur leygardagin ímóti Bosnia. Og føroysku kvinnurnar løgdu hart út. Talan gjørdist um ein tepran 1-0 sigur, men á landsliðsvenjaranum skiltist eftir dystin, at hetta var væl og virðiliga uppiborið. Við Útvarpið segði venjarin tá, at talan sum so var um ein sera javnan dyst, men at føroyska liðið hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, uttan at tikið varð av hesum.
Einsamallið í málið í dystinum stóð Ása á Neystabø fyri, tá hon miðskeiðis í fyrra hálvleiki setti brotsspark í netið. Hon hevði eisini føðingardag hendan dagin, og tá eingin onnur vildi átaka sær ábyrgdina sum brotssparksskjútti, so avgreiddi hon hetta uttan stórvegis hóvasták.
Sama dag leiktu Spania og Belgia sínamillum dyst, og her vann Spania greiðan 4-0 sigur. Tí kundi onkur á føroyska liðnum gerast heldur bangin, tá Føroyar í næsta umfarinum taptu 5-0 fyri Belgia, eftir at støðan annar fram til 72. minutt hevði verið 1-0.
Men móti spanska liðnum gekst tó betur hjá okkara. Talan varð aftur um greitt tap, tá Spania eftir 2-0 í steðginum vann dystin 4-0, men hóttandi sorlið kom so ongan tíð upp á tal, og yvirhøvur má sigast, at føroyska liðið aftur hesaferð stóð seg framúr væl.
Tað hevur eisini fleiri ferðir verið havt á munni, at talan her er um ein hin besta árgangin, sum føroysku kvinnufótbóltur hevur havt, og eitt nú vóru tær í fjør sera nær við at koma víðari úr bólkaspælinum í undankappingini.
Tær, sum mannaðu føroyska liðið, vóru Asta Magnussen, Elin Katrina Haraldsen og Jytta Drangastein úr AB. Lív Horsdal, Unn Kragesteen, Selma Dahl Erol, Ása Christiansen, Elsa Maria Olsen og Ása á Neystabø úr B36. Randi S. Wardum, Malan á Dunga, Ása úr Dímun, Kristina D. Simonsen og Linda Weihe úr HB. Anja Klæmintsdóri úr GÍ. Doris í Garði Joensen úr EB. Mary-Ann Isaksen og Maibritt Svalbard úr B68. Venjari hjá liðnum var Álvur Hansen og hjálparvenjari var Jón Harald Poulsen. Hartil v´rou Sonja Skúvadal, fysioterapeutur, Elin Christiansen, liðlieiðari og Guðrið Joensen, ferðaleiðari, við á ferðini.