Endaðu á sjúkrahúsinum eftir bardaga – foreldrini loystu málið

Tað er ikki altíð, at tað er løgreglan, ið má loysa øll mál. Í nátt var eitt slíkt mál fyri, tá løgreglan fekk fráboðan um, at tveir ungir menn vóru farnir til hendurs.


- Báðir tveir endaðu á skaðastovuni við smærri skaðum, men tað var ikki neyðugt hjá okkum at gera meira við málið, tí foreldrini tóku sær av tí og settu dreingirnar upp á pláss, greiðir vakthavandi frá.


Vanliga er tað soleiðis, at um talan er um eitt harðskapsmál, so hevur løgreglan ikki annað val enn at viðgera tað sum eitt slíkt, men í hesum førinum metti løgreglan, at bardagin ikki var so ógvusligur.


- Tað var stuttligt og hugaligt at foreldrini tóku sær av hesum, tí málið var kortini ikki so stórt, at tað var neyðugt at vit skuldu taka okkum av tí, greiðir vakthavandi frá.


Talan hevur annars verið um eina friðarliga nátt hjá løgregluni. Løgreglufólk hava í nátt eisini vitjað ymisk skeinkistøð fyri at vera sjónlig í náttarlívinum og tryggja, at alt er sum tað skal vera.


- Alt í alt, so skikka flestu føroyingar sær væl í náttarlívinum. So foreldur nýtast ikki stúra fyri at lata børnini fara út, tí tað er trygt at ganga í býnum, sigur vakthavandi.