Endaðu árið við eini lítlari framgongd

Lutfalsliga størsta framgongdin var í einum av teimum heilt smáu kommununum

Í fjør fingu bæði landskassin, og kommunukassarnir eitt sindur meiri í inntøku av skatti, enn tær fingu í 2019. Tað vísa tølini, nú Taks hevur gjørt árið í fjør, upp. Uppgerðin vísir, at í fjør fekk landskassin 1,760 milliard inn í skatti og tað eru 69,6, ella 4,12 prosent meiri enn í 2019.

Hjá kommununum var framgongdin eitt sindur minni, tí tær fingu slakar 2,1 milliard inn í skatti, og tað eru 63,4 milliónir, ella 3,14 prosent meiri, enn í 2019.

Tann kommunan, sum hevði lutfalsliga størstu framgongdina, var ein av teimum allarminstu kommununum, nevniliga Fámjins kommuna. Hon fekk góðar 2,8 milliónir inn í skatti og tað eru sløk 197.000 krónur, ella  7,54 meiri enn í 2019. Skattaprosentið í landinum er eisini millum tey lægstu í landinum, tí tað er bara 16 prosent, og tað eru bara í Fugloy og Skúgvi, at skattaprosentið er líka lágt.

Ein onnur av teimum lítlu kommununum, Húsavíkar Kommunu, stóð seg eisini væl, tí har fingu tey góðar 3,7 milliónir inn í skatti í fjør, og tað eru næstan 215.000 krónur meiri, ella 6,14 prosent meiri í 2019.

Men í Havnini streyma pengar eisini í kassan, tí har fingu tey 866,4 milliónir inn í vanligum kommunuskatti í fjør og tað eru 39,6, milliónir, ella 4,79 prosent meiri enn í 2019.

Annars hevur tað ikki gingið heilt so væl hjá øðrum kommunum. Níggju av teimum 29 kommununum í landinum, fingu minni inn í skatti í fjør enn í 2019 Lutfalsliga var størsta afturgongdin var á Viðareiði, har tey góðar 13, 8 milliónir inn í skatti í fjør, og tað er sløk 1,4 milliónir, ella heili 9,17 prosent minni enn í 2019.

Í Kunoy var næstan líka ringt, tí har var inntøkan av kommunuskatti 5,6 milliónir inn í skatti, og tað eru 395,000, ella 6,6 prosent minni enn í 2019.