Klaksvíkar Birdgefelag endaði bridgeárið við árligu Bella Cup kappingini. Seinasta vikuskiftið var hendan kappingin í Klaksvík, og vinnararnir av parakappingini gjørdust Páll Sigmund Sørensen og Karl Isaksen. Síðani komu Joan Højsted/Jens Jacobsen og Jutta Heinesen/Debes Christiansen.
Gjøgnum kappingarárið hava tríggjar kappingar verið, og vinnarar av liðkappingini gjørdust Jórun Højsted, Marita Krosstein, Jens Jacobsen og Karl Isaksen.
Parakappingina vunnu Álvur Klakk/Jógvan Clementsen frammanfyri Jens Jacobsen/Karl Isaksen og Debes Christiansen/Mogens Højsted.
Einstaklingakappingina vann Edvin Toftegaard. Nummar tvey, við sama stigatali, gjørdust Jórun Højsted og Odd Fjallsbak.
Bridge árið byrjar aftur í september mánaði.