Endaði við braki á Hálsi

Alla hesa vikuna hava ikki færri enn 34 skúlar kring landið arbeitt við eini evnisviku í sambandi við, at tað eru ár teirra brekaðu.

Tað er MBF, sum hevur tikið stig til vikuna í samarbeiði við mongu skúlarnar. Børnini á skúlunum hava so arbeitt við øllum møguligum uppgávum eitt nú við tí endamáli at finna út av, hvussu tað er at vera menningartarnaður. Hetta hevur so eisini givið mongu børnunum innlít í gerandisdagin hjá teimum menningartarnaðu. Næmingarnir hava so eisini fingið innlit í nógv tilfar um menningartarnað. Tað hevur so eisini víst seg, at næmingarnir hava verið sera fegnir um at arbeiða við hesum evninum. Evnisvikan endaði so við einum braki í ítróttarhøllini á Hálsi fríggjadagin, har skipað varð fyri nógvum ymiskum tiltøkum og har menningartarvnað og børn úr skúlaflokkunum vóru við. Eitt nú spældi M´s Blues Band umframt at tað eisini vóru røður og ítróttarspøl á skránni. Eitt sera heppið og vælvælt tiltak, sum MBF og skúlarnir eiga stórt rós uppiborið fyri. Myndamaðurin hjá Sosialinum, Jens K Vang vitjaði í høllini fríggjadagin.