Sunnudagin á middegi var eitt ferðsluóhapp í Hvalvík. Talan var um ein bil, sum var á veg norðureftir, og hann visti ikki av, at tað var hált. Førarin á bilinum ger av at yvirhála ein annan bil, sum koyrir umleið 50 km/t. Tá brádliga uppdagar hann, at tað er hált, og missir tamarhaldið á bilinum. Hann fór útav oman ímóti sjónum og endaði útií. Tíbetur var førarin í bilbelti. Hann fekk ongan skaða og fekk bjargað sær sjálvum í land
Eitt ferðsluóhapp var eisini á Vegnum Langa í Havn um somu tíð sunnudagin. Talan var um ein bil, sum vegna hálku, rullaði runt á vegnum. Í bilinum vóru tvær gentur og eitt lítið barn. Politiið í Havn upplýsir, at fólkaskaði var uppií, men hvussu álvarsamt tað var, visti tey ikki enn. Øll trý fólkini vóru løgd inn á sjúkrahúsið til observatión.