Í gjárkvøldið spældu EB/Streymur og B71 fyrsta venjingardystin í 2018, tá EB/Streymur vann 4-2 á Sandi. Í dag var so næsti venjingardysturin spældur, tá AB og NSÍ spældu teirra fyrsta venjingardyst í ár.
Hóast NSÍ undan dystinum var greiður favorittur og verður roknað millum avgjørdu FM-kandidatarnar endaði tað við málleysum avnleiki, sum uppflytararnir av Argjum kunnu vera betri nøgdir við.
Í fyrra hálvleiki spældu bæði liðini við tí sum líktist sterkastu uppstilling, hóast at onkrir leikarar manglaðu. Tá var NSÍ eitt vet meira á bóltinum, meðan AB hevði teir vandamiklaru møguleikarnar, sum serliga stóðust eftir skjótálop.
Longu frá byrjan av seinna hálvleiki skifti AB alt liðið, meðan NSÍ fór á vøllin aftur tvið øllum teimum somu. Tó var nýggjur maður millum stólparnar, tá ið Andras Gango avloysti Símun Rógva Hansen. NSÍ skifti sum seinni hálvleikur leið eisini mestsum alt liðið út.
AB – NSÍ 0-0 (0-0)
Uppstillingin hjá AB: Heðin Stenberg – Absalon Eliasen, Árni Grunnveit Olsen, Hørður Tórsson, Beinir Henriksen – Bárður Olsen, Sørin Samuelsen – Bjarki Nielsen, Rasmus Dan Sørensen, Tóki á Lofti – Teitur Debes Olsen
Uppstillingin hjá NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Bárður Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv – Karl Løkin, Pól Jóhannus Justinussen – Øssur M. Dalbúð, Árni Frederiksberg, Petur Knudsen – Klæmint A. Olsen
Í seinna hálvleiki komu nógvir nýggir leikarar inn hjá báðum feløgunum.