Endaði lúkst í formansstólinum

Tað er nú greitt, at tað verður Rodmund Nielsen, sum verður nýggjur býráðsformaður í Runavíkar Kommunu.

Tað nývalda býráðið í Runavík hevði tann fyrsta fundin hósdagin og tá nýtti býráðið høvi til at skipa seg við Rodmund Nielsen sum formanni og Hans Peturi Ellingsgaard sum næstformanni.

Rodmund Nielsen hevur ikki verið fastur limur í býráðnum fyrr, men hann hevur verið eykamaðåur hesasetuna. Men kortini tykist hann at virka ógvuliga álitissvekjandi, tí bleiv hann fyrst valdur býráðslimur í Runavík við 135 atkvøðum.

Sostatt beindi hann sjálvt veteranar sum Kára P. Højgaard og Hans Tausen Olsen afturum seg.

Rodmund Nielsen er valdur á lista á, sum gjørdist tann stóri sigursharrin á býráðsvalinum við heili sjey av teimum níggju býráðslimunum.

Annars verður Hans Petur Ellingsgaard formaður í teknisku nevnd og í mentanarnevndini. Kári P. Højgaard verður formaður í havnanevndini og Marja Lamhauge kemur at standa fyri sosialu nevnd.

Hinvegin verður tað?Olsenbandin? í býráðnum í Runavík, Hans Tausen Olsen, Ragnar S. Olsen og Regin Olsen, sum skulu umboða kommununa í SEV.

Hans Tausen Olsen umboðar eisini kommuna í IRF og Kári P. Højgaard skal røkja áhugamálini í Kongshavnar Havn.

Í barnagarðsnevndini sita Marja Lamhauge, Hans Petur Ellingsgaard og Hans Jacob Lamhauge.