Endaði javnt í Klaksvík

Einki mál kom eftir steðgin í Klaksvík. B36 var liðið, sum hevði bóltin meira í seinna hálvleiki. Men tað merkti álopið týðiliga, at Sylla var farin út við skaða.

Hinvegin hevði KÍ beint eftir hálvleikssteðgin eina roynd, sum rakti tvørtræið, og tí kundu teir kanska iðra seg eitt sindur um, at ikki øll trý stigini vórðu verandi.

 

KÍ-B36 1-1 (1-1)

1-0: Gunnar Nielsen, 32

1-1: Alex José dos Santos, 45