Fuglfirðingar hava eitt stig við sær, tá teir í kvøld fara heim til Fuglafjarðar.
Í steðginum var ÍF annars á odda móti favorittunum úr Havn, og eftir steðgin bendi nógv á, at øll stigini fóru úr Gundadali.
B36 royndi at trýsta, men teir gjørdust sjáldan heilt vandamiklir, og hinvegin hevði ÍF eisini sínar møguleikar í kontraálopum.
At enda bragdaði tó hjá heimaliðnum. Potemkin slapp ígjøgnum í síðuni, og tá hann legði innfyri, var ÍF-verjuspælari óheppin og beindi bóltin í egið net.