Endaði í Føroyum av óvart

Ein pólskur pensjónistur, sum skuldi til Noregs, fekk ístaðin eina langa atlants-cruise ferð til Føroyar og Íslands.

Norska Dagblaðið skrivar, at tað er ein vika síðani, at 57 ára gamli Wieslaw Garstecki fór á bryggjuna í Hirtshals, tí hann skuldi við ferjuni til Noregs at vitja skyldfólk.

Men av misgáum vístu starvsfólk á bryggjuni honum umborð á Norrønu.

Ferðin til Noregs tekur einar tveir tímar, og hann óraði ilt, sum tíðin leið og hann onki land sá nakrastaðni.

Í Noregi sótu skyldfólkini og bíðaðu, men so ringdi hann av Norrønu og segði teimum at hann tíverri varð eina viku seinkaður, sigur skyldmaður hansara flennandi við norska Dagblaðið.

Men har var onki at gera. Hann mátti bara fylgja við. I Føroyum stóð honum í boði at sleppa á hotel ímeðan Norrøna fór til Íslands, men hann vildi heldur verða verandi umborð.

Skyldfólkini í Noregi siga, at Smyril Line tók sær serstakliga væl av honum. Hann fekk egið kamar mat á allari ferðini, líka til hann í morgun aftur slapp í land í Hirtsals, og tað var alt samalt púra ókeypis.

Og fleiri av manningini á Norrønu eru póllendingar og tey hjálptu honum við tí málsliga.

Sjálvur sigur polski pensjónisturin, at ferðin hevur verið ófatiliga vøkur og at talan er um eitt heilt annað upplivilsi enn tey hava sæð í sjónvarpi.

Skyldfólkini í Noregi rósa starvsfólkinum á Smyril Line til skýggja fyri viðferðina, Wieslaw Garstecki hevur fingið á allari ferðini.

Tey siga, at tað er ikki annað at gera enn at síggja tað stuttliga í hesum her og á Smyril Line lovaðu tey, at tey skulu nokk vísa honum umborð á rætta bátin hesuferð.