Úrslitið var 3-3 í oyggjauppgerðini í kvøld á Svangaskarði millum B68 og ÍF.
Í 1. hálvleiki var heimaliðið frammanfyri við tveimum málum, áðrenn ÍF skoraði fyri fyrstu ferð.
Beinanvegin eftir steðgin javnaði ÍF til 2-2, men so svaraði heimaliðið aftur, og eina løtu sá tað út til, at øll stigini skuldu verða eftir á Toftum.
So var tað at Andy Olsen við frágera góðum einmansavriki skoraði til 3-3.
Synd er at siga, at avrikini hjá verjunum vóru serliga sannførandi.
B68-ÍF 3-3 (2-1)
Dómari: Eiler Rasmussen
1-0: Pól Jóhannus Justinussen br 24.
2-0: Ahmed Keita 30.
2-1: Bartal Eliasen 32.
2-2: Dánjal á Lakjuni 46.
3-2: Pól Jóhannus Justinussen 55.
3-3: Andy Olsen 73.
B68: Vlada Filipovic - Jóhan Petur Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Niclas Joensen (Jónleif Højgaard, 33.) - Kristian Anton Andreasen (Ibrahima Camara, 80.), Ndende Adama Guéye, André Olsen, Eli Simonsen - Dánjal Pauli Højgaard - Ahmed Keita
Gult kort: Kristian Anton Andreasen
ÍF: Jákup Mikkelsen ? Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ellingsgaard ? Dánjal á Lakjuni (Ari Ellingsgaard, 86.), Fritleif í Lambanum, Nenad Saric (Frank Poulsen, 44.), Karl Løkin, Andy Olsen ? Øssur Dalbúð
Gult kort: Bartal Eliasen
------------
Vanliga leiktíðin er um at vera farin, og støðan er framvegis 3-3. B68 hevur júst havt frísparksinnlegg, og bólturin varð stútaður ímóti málinum, men Jákup Mikkelsen bjargaði lættliga.
-------
Fuglfirðingar tykjast ikki vilja geva skarvin yvir á Svangaskarði.
Nú tað resta stívliga tíggju minuttir, hevur ÍF javnað, so støðan nú er 3-3.
Tað var Andy Olsen, sum skoraði, og talan var um fínt einmansavrik. Inni í brotsteiginum sneiddi hann fleiri mótstøðumenn av sær, áðrenn hann setti bóltin í málið.
Fuglfirðingarnir kring vøllin tykjast ernaðir aftur, og inni á vøllinum arbeiða fuglfirðingarnir nú fyri at leggja seg á odda fyri fyrstu ferð í kvøld, men heimamenninir eru eisini vandamiklir í sínum álopum!
------
Nú tað restar eitt korter, er støðan framvegis 3-2 til B68. Talan er um tætta og spennandi uppgerð í hampuliga góðum fótbóltslíkindum.
Størsta møguleikan seinastu løtuna hevur heimaliðið havt, men Keita sendi bóltin í stólpan!
Høgættarlotið er kalt hjá áskoðarunum, og tað eru fuglfirðingar, sum hava lotið við sær.
-----------
Tað gongur skjótt fyri seg á Svangaskarði.
Eftir at ÍF tvær ferðir hevði svarað aftur og harvið vent 0-2 til 2-2, hevur B68 svarað aftur.
Eftir hornasparksinnlegg úr høgru og eitt sindur av aftur og fram endaði bólturin við handara stólpan hjá Pól Jóhannus Justinussen, sum stýrdi honum í málið.
3-2!
Fuglfirðingar tykjst eitt sindur snópnir, og teir á heimaliðnum hava fingið luft undir veingirnar aftur!
--------
Fuglfirðingar tykjast rættuliga at hava fingið um endan á Svangaskarði.
Eftir at B68 eina løtu í 1. hálvleiki var frammanfyri við tveimum málum, er tað nú 2-2.
Í fyrsta ÍF álopinum eftir steðgin eydnaðist tað Dánjali á Lakjuni at seta bóltin í málið.
Ágrýtni síðuspælarin í høgru, sum í dag hevur 20 ára føðingardag, vann bóltin av tveimum mótstøðumonnum í brotsteiginum, og so setti hann bóltin í málið.
------
Dygst undan steðginum er støðan á Svangaskarði 2-1 til B68, sum hevur vitjan av ÍF.
Eftir brotssparksmálið til 1-0, sum Pól Jóhannus Justinussen skoraði, var tað heilt skjótt, at B68 økti um leiðsluna við máli, sum Keita skoraði.
Fimm minuttir undan hálvleiki minkaði ÍF um munin. Málskjútti var miðverjin Bartal Eliasen, sum setti bóltin í málið eftir innlegg úr vinstru.
---------
Nú 1. hálvleikur er gott og væl hálvrunnin, hava toftamenn, sum á Svangaskarði hava vitjan av ÍF, lagt seg á odda.
Málskjútti var Pól Jóhannus Justinussen, sum umsetti brotsspark til mál.
Fuglfirðingar hava annars verið tætt við fleiri ferðir, eitt nú hevur Øssur Dalbúð sent bóltin í stólpan aftanfyri Vlada Filipovic.
B68-ÍF kl. 18.00
Dómari: Eiler Rasmussen
B68: Vlada Filipovic - Jóhan Petur Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Niclas Joensen - Kristian Anton Andreasen, Ndende, André Olsen, Eli Simonsen - Dánjal Pauli Højgaard - Keita
ÍF: Jákup Mikkelsen ? Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ellingsgaard ? Dánjal á Lakjuni, Fritleif í Lambanum, Nenad Saric, Karl Løkin, Andy Olsen ? Øssur Dalbúð










