Hóast tað neyvan røkkur til samlaðan sigur, so er lagið á EB/Streymi nakað betri, nú bert fýra minuttir eru eftir at spæla á Tórsvølli.
Innskifti Hanus Eliasen framdi eitt megnar avrik frameftir vøllinum, og tá hann sendi innfyri, var annar av nýggi ungverjunum, Karoly, fyrstur á bóltinum, sum hálvgum varð trampaður í meskarnar.
Sum heild fingu teir 1100 áskoðararnir ein góðan dyst. EB/Streymur legði stóran dent á verjupartin, men eftir at MyPa hevði skorað, noyddust vertirnir fram á vøllin, og tað gav ein lívligan seinasta hálva tíma.