»En på hatten...«

Tá Birgar Johannesen herfyri ruddaði út í húsum sínum, tí hann hevði selt tey,
ætlaði hann at koyra nógv burtur av síni stóru samling. Hann ikki fekk pláss fyri øllum í sínum nýggja búðstaði.
 
Kendi havnarmaðurin og jólamaðurin, Jóannes Andreasen, kom framvið hjá Birgari og spurdi, um Birgar mundi eiga ein krígshjálm til ein sjónleik, sum skuldi spælast í Sjónleikarahúsinum, at lána sær.
 
Birgar fann ein
krígshjálm í øllum óruddinum. Tað vísti seg at vera ein krígshjálm, sum Jóannes sjálvur hevði keyp á eini uttanlandsferð.
 
Jóannes hevði verið á loppimarknaði, og hevði tá ringt til Birgar og spurt, um áhugi hevði verið at átt ein slíkan í síni samling.
 
Hann keypti
hjálmin og gav Birgari hann, hetta er minst 10 ár síðan.
 
Nú kom hjelmurin í rættar hendur aftur, áðrenn hann fór í skrell.