»En jättechock för MFF«

Svenskir miðlar øtast eftir javnleikin HB og Malmø spældu í Gundadali í kvøld. Netavísin hjá Expressen hevur hampiliga drúgva umrøðu av dystinum, har teir skriva um hvøkkin, HB gav svium.

 

Avísin staðfestir, at Malmø FF kom víðari, men »Skånelaget klarade sig undan med blotta förskräckelsen i dubbelmötet med Torshavn«.

Expressen hevur einans rós at bera skjótt 19 ára gamla Teiti Gestsson í málinum hjá HB, sum sambært teimum vísti satt stórspæl. Malmø hevði nevniliga eina av rúgvu av møguleikum, sum Teitur so manniliga vardi fyri. Tí var tað »en jättechock för MFF« hjá svensku meistarunum, tá Fróði Benjaminsen legði HB á odda.

 

Ein nógv umrødd hending í Gundadali í kvøld var, tá Daniel Anderson hjá Malmø tók bóltin við hondini í brotsteiginum stutt fyri leiklok. Expressen staðfestir stutt, at tað var líkt til, at bólturin tók í hondina, men at dómarin ikki lat við seg koma, hóast fjøldin í Gundadali mótmælti.

 

Les greinina í Expressen her:

fotboll.expressen.se/nyheter/1.2504247/malmo-ff-skakat-raddades-av-wilton