Hóast hann einans hevur eitt gott hálvt ár eftir av sáttmálanum, so hevur Liverpool-spælarin, Emre Can, framvegis ikki longt sáttmálan við enska felagið, har hann hevur spælt við síðan á sumri 2014.
Tað letur sjálvsagt upp fyri leysasøgunum, og tær siga eitt nú, at Juventus skal vera áhuga at fáa fatur á Emre Can. Blaðið Liverpool Echo hevur spurt, um hann ætlar sær at skifta ella verða verandi.
- Hví spyrt tú meg um tað? Eg hugsavni meg um restina av kappingarárinum, og lati umboðsmannin um restina, svarar hann.
Hann sigur, at tað er ein møguleiki fyri at hann skiftir felag, men samstundis eisini ein møguleiki fyri, at hann leingir við Liverpool. Hann undirstrikar, at tað ikki snýr seg um pengar.
Emre Can er 23 ára gamal, og hann hevur spælt 20 dystir fyri týska landsliðið. Hann kom til Liverpool úr Leverkusen í 2014 fyri 90 milliónir krónur.