Emre Can hevur fingið korona

Í løtuni hevur fótbóltsstjørnan, sum nú er í sóttarhaldi, eingi sjúkueyðkenni.

 

 

Stjørnan á liðnum hjá Borussia Dortmund, Emre Can, hevur fingið staðfest korona-smittu. Tað sigur felagið í tíðindaskrivi í kvøld.

Á liðnum hjá Emre Can er eisini stóra norska fótbóltstalentið, Erling Braut Haaland.

Dysturin leygardagin ímóti Schalke 04 er tó ikki í vanda hjá Haaland og hansara monnum, tí allir aðrir leikarar og hjálparfólk í felagnum eru staðfest negativ.

Lagt verður aftrat, at Emre Can er í sóttarhaldi, men fótbóltsstjørnan hevur í løtuni eingi sjúkueyðkenni, nú hann er vorðin fongdur við covid-19.