Mentamálaráðið hevur frá 4. august 2008 sett Emmy S. Joensen, fulltrúa í Mentamálaráðnum, sum virkandi stjóra í Sernámsdeplinum. Mentamálaráðið hevur frá 4. august 2008 sett Emmy S. Joensen, fulltrúa í Mentamálaráðnum, sum virkandi stjóra í Sernámsdeplinum til 1. november 2008, tá væntandi nýggjur stjóri verður settur.
Starvið sum stjóri í Sernámsdeplinum verður lýst leyst í seinnu helvt av august mánaði.
Emmy S. Joensen hevur starvast sum fulltrúi í Mentamálaráðnum síðan 2002. Eisini hevur Emmy starvast sum skúlastjóri í Miðvágs/Sandavágs Skúla í 10 ár, skrivar mmr. í tíðindaskrivi.