Emmelie gjørt videolag

Vinnarin av altjóða tónleikakappingini Eurovision Song Contest hevur nú gjørt videolag til vinnarasangin.

 

Emmelie de Forrest hevur havt úr at gjørt, síðani hon vann stóru kappingina. Tískil var tað ikki møguligt fyrr enn fyri tveimum vikum síðani at gera videolag til sangin "Only Teardrops".

 

Tað er Michael Sauer Christensen, sum hevur gjørt videolagið hjá donsku Emmelie de Forrest. Hann hevur eisini gjørt videoløg til aðrar kendar tónleikarar í Danmark, sum til dømis Medina, Burhan G, Kato og The Storm.

 

Upptøkurnar eru gjørdar í skógini og á strondini norðaliga á Sjællandi, tætt við Tisvildeleje. Videolagið "Synd for dig" hjá Medinu er eisini tikið upp har um leiðir.

 

Emmelie de Forrest fegnast um, at tað endiliga lat seg gera at framleiða eitt videolag til vinnarasangin.

 

- Hetta hevur verið eitt stórt upplivilsi fyri meg. Tað er fyrstu ferð, eg havi gjørt eitt videolag. Upptøkuliðið hevur gjørt eitt gott arbeiði, og myndirnar eru blivnar ótrúliga góðar, sigur Emmelie de Forrest.

 

Videolagið bleiv víst fyri fyrstu ferð alment í gjár.

 

Til ber at síggja nýggja videolagið her