Emmelie er bjartskygd

- At syngja er tað besta, eg veit. Eg havi longu roynt meg við onkrari smávegis konsertferð, so eg ivist ikki í, at eg fari at klára hesa komandi tíðina.

 

Soleiðis sigur Grand Prix vinnarin Emmelie de Forrest við Danmarks Radio. Seinnapartin hevði 20-ára gamla sangarinda fjølmiðlafund í sambandi við, at hon í gjárkvøldið gjørdist vinnari av Eurovision Song Contest, sum var í Malmø.

 

Fleiri journalistar settu seinnapartin ungu songkvinnuni spurningar um ta ferðina, tá Olsen brøðurnir vunnu í ár 2000. Í tvey ár aftan á sigurin ferðaðust teir nærmast uttan íhald við tónleikinum.

 

- Eg veit sjálvandi ikki, júst hvussu tað fer at verða, men eg havi sungið og spælt kring alt Danmark, frá eg var 14 til 18. So eg vænti, at eg eri klár til alt tað, sum fer at koma nú, sigur Emmelie de Forrest.

 

Hóast vinnarasangurin, Only Teardrops, longu hevur verið rættiliga nógv spældur, hava røddir eisini verið frammi, um talan nú eisini er um ein sang, ið fer at halda í longdini. Men Emmelie de Forrest sjálv trýr framvegis upp á sangin og karrieruna.

 

- Fleiri góð løg eru á fløgu míni, og vit hava longu avgjørt, hvat lag skal verða tað næsta, sum tit skulu hoyra í útvarpi og í sjónvarpi. Fløgan er góð, so eg haldi ikki, at eg fari at blíva eitt on hit wonder, sigur grand prix vinnarin.

 

Í allan dag hevur Emmeli de Forrest verið upptikin við at gera samrøður við ymsar journalistar, og seint seinnapartin varð hon heiðrað í Tivoli, har hon eisini framførdi sangin.

 

Longu í morgin skal hon hava fyrstu venjingina saman við sínum nýggja bólki. Í bólkinum eru tríggir tónleikarar, sum hon ongantíð áður hevur hitt ella samstarvað við.