Tíðliga í morgun er franski forsetin, Emmanuel Macron, lendur í kinesiska høvuðsstaðnum, Beijing.
Emmanuel Macron og ES-kommiserurin, Ursula von der Leyen, skulu hesa vikuna hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping.
Herfyri vitjaði kinesiski forsetin russiska starvsbróður sín, Vladimir Putin.
Á vitjanini í Russlandi legði Xi Jinping eitt nú uppskot um vápnahvíld í Ukraina fyri russiska forsetan.
Men, higartil er einki komið burtur úr, og heldur einki bendir í løtuni á, at russiska krígsførslan í Ukraina tekur nakran enda.