Emma og Mærsk Mc-Kinney Møller 90 ár

Týsdagin 8. juli fylti Emma Mc-Kinney Møller 90 ár og sunnudagin 13. juli fyllir maðurin, Mærsk Mc-Kinney Møller í Keypmannahavn eisini 90 ár.

Emma er dóttir Olgu, f. Neergaard, og Niels Rasmussen. Mærsk Mc-Kinney er sonur Chastine Estelle Mc-Kinney og Arnold Peter Møller, vanliga nevndur A.P. Møller, reiðara.
Mærsk MC-Kinney er ríkasti maður í Danmark. Í 1940 bleiv hann sameigari av reiðaravirkinum A.P. Møller. Hann er eisini formaður í stýrinum fyri Dampskibselskabet af 1912 A/S, Odense Staalskibsværft A/S, og í fleiri øðrum feløgum og grunnum sum hoyra til Mærsk konsernina bæði í Danmark og uttanlands. Hann fekk Tietgen-Prisen i 1979, bleiv t.d heiðursborgari í Svendborg í 2001. Emma og Mærsk Mc-Kinney hava verið gift í 63 ár. Tey fyrstu árini búðu tey í New York, hetta var undir seinna veraldarbardaga. Tey eiga tríggjar døtur, Leise, f. 1941, Kirsten, f. 1944, og Ane, f. 1948. Tann Elsta dóttirin, Leise, er við í stýrinum og tann yngsta, Ane, er næstformaður í stýrinum fyri A.P.Møller A/S. Tað er ikki siðvenja at gera nakað burtur úr rundum føðingardøgum hjá Mærsk hjúnunum, og 90 ára føðingardøgunum verður onki undantak.
A.P Møller Gruppen, sum hevur høvuðssætið á Esplanaden í Keypmannahavn, hevur yvir 60.000 fólk í starvi og skrivstovur í yvir 100 londum. Skipaflotin er upp á umleið 250 skip, har ein stórur partur av yvirmonnunum eru føroyingar. Teir eiga m.a. flogfelagið Maersk Air og handilsketurnar Bilka, Føtex og Netto. Konsernin er mett til at hava eitt virði upp á umleið 150 milliardir krónur. Grunnurin, " A.P. Møller og hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal", hevur latið gávur til Tórshavnar Sjómansheim, Føroya Sjómansskúla og onnur áhugamál í Føroyum.