Í dag møtti 59 ára gamla Emma Heinesen 78 ára gamla Thorvaldi Stoltenberg, sum hon hevur verið hugtikin av í nógv ár Tað var í steðginum í tiltakinum, Framtíð Føroya í Evropa, at Thorvald Stoltenberg stillisliga fór yvir til Emmu Heinesen.
Nógv høvdu tey at práta um, og Stoltenberg beyð enntá Emmu koma at vitja seg, um hon var nærindis húsunum hjá honum í Noregi.
Til felags hava tey bæði, at tey hoyra undir stjørnuteknið, krabban, av tí, at tey hava føðingardag 8. og 21. juli.
Millum annað tosaðu tey eisini um framløguna hjá Thorvaldi Stoltenberg, og hansara leikluti í at royna at fáa frið í heimin.
Aftaná, at tey høvdu tosað saman, fekk portalurin orð á tey bæði.
- Hetta er strálandi. Hetta er á ongan hátt nakað eg eri vanur við, og at hon samanber meg við Gandhi má vera ein góð samanbering, og kanska eg sleppi at hoyra fyri tað, tí onkur heima heldur kanska, at eg eri í so tjúkkur, so tað kundi kanska verið eitt hugskot, at etið eitt sindur minni, sigur Thorvald Stoltenberg.
- Tað fløvaði mítt hjarta endiliga at sleppa at møta honum. Vit stóðu bæði og táraðu, og eg gjørdist veruliga heit um hjartað, sigur Emma Heinesen, sum eisini bað Thorvald Stoltenberg heilsa konuni, tí hon má vera heimsins tolnasta kvinna.
- Hann er nokk meira burtur enn sjómenn, sigur Emma Heinesen.
Tá Kaj Leo Johannesen setti ráðstevnuna, greiddi hann millum annað frá, hvussu errin Thorvald Stoltenberg skal vera, tí hann má vera fyrsti politikarin, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, sum verður samanborin við Gandhi.











