Emma bukar Britney

Í Føroyum hava altjóða poppdrotningar og -kongar ongan kjans ímóti M?as Blues Band. Hóast Britney Spears og Michael Jackson brúka óteljandi milliónir av krónum til sínar útgávur, so er alt til fánýtis, tá Emma syngur Babu

 

Babu babu babu babu babu babu.

 

Soleiðis ljóðar niðurlagið í best umtókta sanginum í landinum í løtuni.

 

Tað er M?as Blues Band, sum spælir, og tey hava tikið øll á bóli.

 

Síðani fløgan við Emmu og teimum kom á gøtuna fyri 10 døgum síðani, hevur fløgan gingið sum heitt breyð. Sangirnir hava verið at hoyrt hvønn tann einasta dag á útvarpsrásunum. Og eisini á dansistøðum kring landið sigst, at sangurin Babu er tað stóra hittið millum ungfólk.

 

Nú skal sangurin royna seg á hittlistanum hjá Útvarpinum, 15 teimum bestu, og tað verður neyvan nakar, sum verður bilsin, um sangurin rýkur í topp.

 

Ovfarin av móttøku

 

Tað er óvanligt, at ein føroysk fløga fær slíka móttøku og vinnur so nógv fram eftir so stuttari tíð.

 

Men fløgan við M?as Blues Band hevur nakað. Tað gerst tú varugur við beinanvegin, tá tú setir hana í fløguspælaran.

 

Bólkurin er mannaður við fólki, sum hava eitthvørt brek, og hóast tey hava fingið hjálp frá góðum tónleikarum, so er Emma mest sjónligi tónleikarin á fløguni, og hon syngur sangirnar av heilum hjarta ? erligt og beint fram.

 

Jóannes Jakobsen hevur skipað allar partarnar av arbeiðnum við fløguni, og hann er ovfarin av góðu móttøkuni.

 

? Tá tú nærkast endanum av slíkum arbeiði, fært tú vanliga eina hóming av, hvat tað kann blíva til. Eg hevði væntað, at fólk fóru at taka væl ímóti fløguni, men eg hevði ikki væntað slíka móttøku, sum fløgan hevur fingið, sigur Jóannes Jakobsen.

 

Strævið, men stuttligt

 

M?as Blues Band er einki upplop, tí seinastu trý árini hava tey spælt saman. Og tað hevur eisini tikið drúgva tíð at spæla fløguna inn.

 

? Tað tók fleiri mánaðir at syngja sangirnar inn, men hóast tað var strævið og kravdi nógv av øllum, so var Emma serstakliga hugalig. Hon hevði ongantíð hug at geva upp, og tað var altíð við einum smíli, at hon kom í studio, sigur Jónnes Jakobsen.

 

? Hetta er fjórða fløgan, sum eg havi verið við til at geva út, men hetta hevur verið klárt tann stuttligasta fløgan at gera.

 

Sangirnir á fløguni eru lættir og stuttligir. Onkur meira álvarsamur sangur er eisini við. Tónleikurin er sera væl spældur, og tað er ikki so løgið, tí talan er um nakrar av fremstu føroysku tónleikarunum, sum spæla undir.

 

? Tá vit seinastu trý árini hava spælt ymsastaðni, hava vit brúkt eitt keyboard til grundina í tónleikinum. Tað kundu vit eisini gjørt á fløguni, men tú fært heitari og meira livandi tónleik við at lata tónleikarar spæla allan tónleikin, og tað valdu vit at gera, sigur Jóannes Jakobsen.

 

? Útgávan er ikki bara ein spurningur um tónleik, tað er eisini ein viðurkenning av menningartarnaðum fólki. Kanska kann hetta vera við til at geva fólki eina aðra mynd av teimum.