Emly Poulsen 80 ár

31. juli fyllir Emly Poulsen á Skáltavegnum í Klaksvík 80 ár.

 

Mamma er vaksin upp við Keldu í Leirvík, hon er næstelst av 13 systkjum.

Hon fór sum ung til Havnar at tæna og har møtti hon Julian úr Øravík, sum hon giftist við í 1950. Tey fluttu til Klaksvíkar at búgva 1954. Hann doyði eftir ringa sjúkralegu 1985. Mamma passaði hann líka til tað seinasta.

Tey fingu 7 gentur sum allar eru giftar og búgva ymsa staðni í Føroyum.

Mamma eigur 18 ommubørn og 14 langommubørn, sum hon við stórun áhuga fylgir.

Hon fór út at arbeiða, tá børnini vóru undankomin. Fyrst á flakavirkinum, síðani á Vistarheiminum, har var hon sera glað fyri at vera.

Mamma hevur altíð tikið sær nógv av børnunum og ommubørnunum, passað tey og ikki minst bundið upp á tey. Hon hevur altíð dugað sera væl til hendurnar, bæði at seyma og binda. Tað besta hon fær er, tá onkur kemur at vitja, hon er sera blíð og løtt at práta við.

Hon hevur ein stóran áhuga, sum kanska ikki er so vanligur í hennara aldri, tað er ítrottur, serliga fótbóltur, hon fylgir væl við, hvussu gongur við KÍ og LÍF.

Mamma heldur føðingardagin í Skálanum í Klaksvík týsdagin 31. juli kl 17, og vit vóna, at nógv fólk koma at heilsa uppá hana.

 

Heilsan døturnar