Nýggja fløgan hjá Eminem, ?Recovery?, hittar um allan heim. Fyrstu vikuna seldi rapparin heili 741.000 fløgur, og hetta er hægsta talið síðani 2008, tá AC/DC seldu sera væl. Men tað eru ikki bert fløgurnar, sum selja væl. Eisini á downloadlistanum stormar Eminem fram, og bara fyrstu vikuna varð hann downloadaður heilar 255.000 ferðir.
Eminem streyk beinleiðis til tops á heimsins hitlistum, og hann hevur í morgun eisini tikið fyrtsa plássið á danska fløguhitlistanum.
Hetta er sættu ferð á rað, at Eminem stórhittar við sínum útgávum. Seinastu ferð var í 2009, tá fløgan ?Relapse? kom á marknaðin.