Hann er heimsins best umtókti. Í øllum førum á facebook.
Amerikanski rapparin, Eminem, hevur júst fingið ikki minni enn 60 milliónir
fjepparar á sínum egna, almenna facebook-bólki, har fjepparar fáa ymisk
tíðindi frá Eminem sjálvum.
Og hetta er heimsmet. Ongin annar persónur í heiminum hevur fleiri fjepparar
á facebook enn júst Eminem. Og fjepparasíðan bara veksur. Hvønn dag eru
umleið 20000 fólk, ið dáma bólkin hjá Eminem á facebook. Hetta veit
heimasíðan, starcount.com, at siga.
Í løtuni er Eminem í ferð við at syngja inn til eina nýggja fløgu. Hendan
fløgan verður væntandi útgivin seinni í hesum árinum.
(Skrivað hevur Neli Heldarskarð)